Gerið vegirnar tryggar

Rúna Sivertsen, fyrrverandi formaður í Ferðslutrygd

Make Roads Safe er ein herferð fyri ferðslutrygd um allan heim. Endamálið við herferðini er at fáa politikarar um alla verðina at taka undir við, at tað allastaðni skal arbeiðast hart fyri at fáa talið á deyðum í ferðsluni niður. Eisini tú kanst gera tína ávirkan galdandi, við at senda eina áheitan á heimasíðuna hjá "Make Roads Safe". Ætlanin er, at undirskriftirnar skulu handast aðalskrivaranum hjá ST, áðrenn orðaskiftið í novembur


· Hvønn triðja minutt doyr eitt barn í ferðsluni.


· Hvørt sætta sekund doyr eitt menniskja í ferðsluni


Árliga verða 1,2 milliónir menniskju dripin í ferðsluni, og 50 milliónir verða skadd. Framrokningar vísa, at í teimum fátækastu londunum fara deyðstølini í ferðsluni at økjast við 80 prosentum fram til 2020.


Norðurlond kunnu fegnast um, at talið á lívlátum í ferðsluni alsamt lækkar. Tó doyggja yvir 3.000 fólk í ferðsluni kring heimin, hvønn einasta dag. Av hesum eru 500 børn.


Bæði í USA og Evropa eru tað ferðsluvanlukkur, sum er størsta deyðsorsøk millum ung, og á heimsstigi er tað bert HIV/AIDS, ið oftari enn ferðsluvanlukkur ger av við ungar menn.


"Make roads safe"


Aðalendamálið við herferðini, "Make roads safe", er at fáa sett enn meir av peningi av til vegirnar kring allan heim.


Tí verður heitt á øll um at skriva undir upp á, at tað er tørvur á øktum fokus á ferðslutrygd um alla verðina. Undirskriftirnar verða handaðar ST aðalskrivaranum áðrenn orðaskiftið í novembur.


"Hvørja ferð eitt menniskja doyr í ferðsluni er tað ein ov nógv"


Síggj filmsbrot og skriva undir á heimasíðuni www.makeroadssafe.org