Geri skjótt av kemur tað á mítt borð

Bjørn Kalsø er í morgun farin til Suðuroyar á fund við Tvøroyrar býráð.

- Hetta er ein kunnandi fundur fyri mín part. Sum eg skilji á lagnum, eru bæði kommunan og Varðin Pelagic sinnaði til at finna eina loysn, ið allir partar kunnu liva við, sigur Bjørn Kalsø.

Eitt uppskot er komið undan kavi, sum Páll Holm Lave hevur gjørt, og sum tekur atlit til bæði tørvin hjá Varðanum Pelagic at byggja út frystigoymsluna, og til umhvørvið við gomlu bygningunum hjá Thomsen á Tvøroyri.

Tað er kortini ikki greitt, um tað er hetta uppskotið, ið arbeitt nú verður við.

Annars er hoyringsfreistin úti í morgin til ætlaðu friðingina hjá Søvnum Landsins, sum ynskir at friða øki út á fjørðin á Tvøroyri.

- Tá allir partar eru hoyrdir verður tað upp til Fornminnisnevndina at gera eitt tilmæli. Og kemur tað so langt, at tað endar á mínum borði, ætli eg mær at gera skjótt av, sigur Bjørn Kalsø.