Geri ikki meiri við málið

Tað líkist ongum, at Atlantsflog letur leka út, hvør keypir ferðaseðlar fyri hvønn, heldur Jákup Sverri Kass.

Jákup Sverri Kass sigur, at tað bilar ikki, at fólk hava fingið at vita, at hann hevur keypt ferðaseðlar fyri SAS, men at hetta eigur ikki at koma fyri.

- Tað er eitt trúnaðarforhold millum kunda og seljara, har tagnaðarskylda valdar, men eg fari ikki at gera meiri við hetta.

 

Tað var í tinginum, at flogvallarstjórin var lagdur undir at hava keypt ferðaseðlar fyri SAS í samband við tíðindafundin í Føroyum.

- Eg vóni ikki, at hatta hendir aftur og at hatta er nakað, sum Atlantsflog nýtir ella misnýtir, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Jákup Sverri Kass heldur ikki, at hann hevur borið seg skeivt at í málinum. Hann hevur eisini skipað fyri tíðindafundum fyri Atlantsflog á sama hátt.

- Vága Floghavn er ikki í parti við einum ávísum flogfelag. Vit eru hvørki í parti við Atlantsflog ella SAS. Nú hevur forholdið millum okkum verið sera gott, men tað er øgiliga skjótt, at pílarnir verða skotnir eftir flogvøllinum, sigur hann.

 

Jákup Sverri Kass skilir lítið av prátinum um, at tað ikki skal vera pláss fyri tveimum flogfeløgum á føroyarutuni.

- Tá Atlantsflog varð sett á stovn í 1987, varð ferðafólkatalið um Vága floghavn 93.000 fólk. Tá varð sagt, at sjálvandi er pláss fyri kapping á leiðini. Nú er ferðafólkatalið 293.000, men nú er brádliga ikki rúm fyri kapping, sigur Jákup Sverri Kass.