Stundum er skilagott at fremja sparingar, men einhvør politikari eigur at vita, at ein samfelagsbúskapur er ikki eins og eitt húsarhald. Uppgávan hjá teimum sum reka samfelagið er tí at tillaga hallið neyvt til búskaparstøðuna og harvið hava tamarhald á skuldini. Uppgávan er ikki at niðurgjalda skuld fyri einhvønn prís. Koyra samfelagshjólini spakuliga eins og í løtuni, stríður tað móti allari búskaparvitan at lækka hallið. Almenna føroyska skuldin er á lágum stigi og sparingar nú, kunnu skapa eina kreppu, og harvið gera búskaparstøðuna verri, enn neyðugt er.
Føroyska skuldin er lág sammet við onnur lond
Sambært Búskaparráðnum verður bruttoskuldin hjá landskassanum mett at vera 40,2% av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) fyri 2010. Hendan skuldin hækkar væntandi í 47,9% í 2013 fyri síðani at lækka aftur. Kommunala skuldin er ikki við í tølunum hjá Búskaparráðnum, men almenna fakfelagssamstarvið metir, at íroknað kommunalu skuldina, liggur skuldarlutfallið kortini niðanfyri 50% av BTÚ.
Sammeta vit okkara skuldarlutfall við onnur lond sæst, at allarflestu londini í Evropa í 2010 hava eina skuld hægri enn okkara. Í evropiskum høpi liggur Føroyar sostatt í rætta endanun hvat almennari skuld viðvíkur. Føroyski búskapurin sveiggjar tó meira enn flestu evropisku búskapirnir. Tí skal almenna føroyska skuldin helst eisini verða lægri enn skuldin hjá øðrum framkomnum evropiskum londum.
Hvørja skuld megnar Føroyar at bera?
At onnur lond hava eina størri skuld enn Føroyar, er sjálvandi eingin grundgeving fyri, at vit ikki skulu ansa eftir skuldini. Heldur tvørtur ímóti, men málið hjá einum landi má vera at hava ta røttu skuldina og at nýta skuld sum fíggjarpolitiskt stýringsamboð. Tað er ikki ein gongd leið at óttast almennari skuld.
Farnu árini, tá skuldarstøðan hevur verið umrødd, hevur einans ein svørt/hvít mynd verið málað, og fleiri av okkara fíggjarmálaráðharrum hava seinastu valseturnar gjørt grundleggjandi feilin at sammeta landsbúskapin við eitt húsarhald. Umrøtt er ongantíð, hvørja skuld føroyski búskapurin megnar at bera og júst í hesum døgum er hetta alt umráðandi.
Professari frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn vísur á, at tað er ikki fyrr enn at almenna skuldin hækkar upp um 80-90% av BTÚ, at støðan gerast hattislig, og at skuldin fær neiliga ávirkan á búskaparvøksturin. Hetta er ein greið ábending um, at almenna føroyska skuldin helst ikki er ein hóttan sum er. Hinvegin er tað ein hóttan um hallið og harvið skuldin í ov stóran mun verður skerd júst nú.
Fortreytin fyri framgongd er, at ikki verður spart júst nú
Landsbankin og Búskaparráðið vísa í nýggjastu frágreiðingum teirra á, at búskapurin er um at fara frá afturgongd til framgongd. Landsbankin sigur beinleiðis, at ábendingar eru um, at føroyski búskapurin er við at venda í 2010 frá niðurgongd til uppgongd. Tey siga eisini, at undir ávísum fortreytum, er eisini útlit fyri búskaparvøkstri í 2011 og nøkur ár aftaná. Tað er týdningarmikið at Landsbankin leggur aftrat, at óvissan um fortreytirnar [fyri búskaparvøkstrinum] hevur sín uppruna í bæði føroyska og altjóða búskapinum. Óvissa er m.a. um, hvussu stórar íløgur fyritøkur velja at gera, og hvussu húsarhald velja millum nýtslu og uppsparing.
Sparingarnar, sum eru fráboðaðar í fíggjarlógaruppskotinum 2011, fyri at fáa landskassahallið burtur, kunnu vera neistin á bálið, sum kann fáa óvissuna at gerast veruleiki, soleiðis at hesar sparingar beinleiðis vera atvoldin til, at búskaparmetingin hjá Landsbankanum ikki heldur og at vit ikki fáa búskaparvøkstur í 2010, 2011 og nøkur ár aftaná. Tí er tað skilaleyst at fremja hesar sparingar júst nú.
Fíggjarpolitikkur má vera útjavnandi – ikki øvut
Tað er eitt greitt undantak seinnu árini, at føroyskur fíggjarpolitikkur hevur verið konjunkturútjavnandi. Hetta eigur fíggjarpolitikkur at vera. Tá búskapurin er ovurhitaður, skal tálmast og tá búskapurin kølnar, skal stimbrast. Hetta er einføld búskaparteori, sum flest okkara kenna. Fíggjarlógaruppskotið 2011 gongur júst ímóti hesi búskaparligu meginreglu og vil køla ein frammanundan kaldan búskap. Hetta kann gerast ein vanlagna fyri land og fólk okkara.
Fyri ikki at taka skeivar og skaðiligar búskaparligar avgerðir er neyðugt at finna út av, hvussu stóra skuld landskassin megnar at bera. Hetta er umráðandi, tí harvið fáa vit eisini at vita, hvørji hall landið kann tola næstu árini. Úrslitið av hesum kann væl vísa, at tørvur er ikki á at tátta í júst nú, men heldur at økja skuldina nakað fyri at stimbra føroyska búskapin. Frá politiskari síðu skal og má gerast alt fyri, at spírandi búskaparframgongdin nørist og veruliga kemur seg. Tá verulig gongd er komin í, er rætta løtan at tosa um burturbeining av halli og niðurgjalding av skuld – ikki nú. Hinvegin kann væntaða búskaparframgongdin, um hendan ikki verður tálmað, júst syrgja fyri, at skuldin av sær sjálvum lækkar, orsaka av einum rakstraryvirskoti, sum vanliga er í kjalarvørrinum av einari búskaparframgongd.
Avleiðingarnar av sparingum kunnu gera óbøtiligan skaða
Ætlaðu skerjingarnar, øktu avgjøldini og eyka skattirnir leggja stein oman á byrðu hjá flestu føroyingum. Nú arbeiðsloysið er høgt søguliga sæð, kunnu ætlanirnar frá politiskari síðu verða dropin, sum fær bikarið at flóta yvir. Ein avleiðing kann gerast ein netto flyting av landinum og tað er tað ringasta, sum kann henda. Tað er júst í verandi støðu, at landskassin, skal koma meiniga føroyinginum til hjálpar – ikki umvent - og tryggja, at liviligt er og at umstøðurnar eru góðar, soleiðis at meinigi føroyingurin, sum frálíður kann kasta sín lut aftur í landskassan. Hetta hevði verið ein sonn vinn-vinn støða.
Boðini til landsins mynduleikar er tí: “Gerið ikki búskaparstøðuna verri, enn neyðugt er”!
Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vigdis Johannesen, forkvinna
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Vár í Gong, forkvinna
Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, formaður
Starvsmannafelagið, Selma Ellingsgaard, forkvinna
Føroya Pedagogfelag, Maud W. Hansen, forkvinna