Húsfólk:
Jens Marni Hansen og Nina Brockie Hansen
Hvar eru húsini?
Húsini standa í Kollafirði
Slag av húsum:
Húsini eru eini eldri føroysk hús frá 1927 í trimum hæddum á 44 fermetrar hvør. Kvistur er á húsunum
Hvør smíðar?
Tey byggja sjálvi, men fáa hjálp til serligar uppgávur.
Góð ráð til teirra, sum fara undir at gera eldri hús meira nútíðarhóskandi:
n Gerið heldur fá stór rúm, enn nógv smá. Í miðhæddini hava vit køk og stovu í einum, umframt gang. Áðrenn umvælingina vóru fýra rúm í miðhæddini.
n Av tí at reisingin ikki er so høg, valdu vit, í staðin fyri brúsukliva, at fáa okkum eitt gosbað, sum tað eisini ber til at standa í, og tað eru vit sera glað fyri.
n Eisini eru vit fegin um, at vit løgdu hita í gólvini í gongini og í baðirúminum.
n Til tess at varðveita eitt sindur av gomlu sjarmuni við húsinum, hava vit latið bitarnar í køkinum verða verandi berar og ráðar, og síðani hava vit málað teir brúnar. Vit halda tað vera gott at varðveita okkurt av tí gamla stílinum.
n Gomlu trægólvini vóru ikki nógv verd. Men áðrenn vit løgdu nýggj á, skrúvaðu vit krossvið niður á gomlu fjalarnar og omaná løgdu vit so nýggja parkettgólvið. Hetta gjørdu vit fyri at beinka gamla gólvið og fyri at sleppa undan, at gólvini ríkja so illa.
n Vit hava fingið okkum plastvindeygu við sprossum. Tey líkjast akkurát trævindeygum, men krevja onki viðlíkahald.