Hevur tú ikki verið á Stóru Dímun so er møguleiki at koma higar ? entá við Norðlýsinum leygardagin.
Møguleikarnir at vitja heimsins minstu búsettu oyggj, Stóru Dímun eru avmarkaðir. Mong droyma um henda møguleiki men fara av hesi verð uttan at hava sett fótin á hesi forkunnugu føroysku oyggj. Nú ber tó til, at gera dreym til veruleika.
Norðlýsið ger útferð út í Stóru Dímun leygardagin 11. juli. Talan er um heildagstúr, sum byrjar kl. 8 um morgunin og endar umleið kl. 18 á kvøldið.
Veðurforsøgnin er góð og lítil streymur, so útlit eru til eina góða og spennandi uppliving siga stigtakararnir.
Ætlanin er at sigla úr Vágsbotni kl. 8 á morgni. Siglitúrurin suður tekur um 3 tímar. Farið verður upp á oynna við Birgir sum ferðaleiðara. Steðgað verður í 3-4 tímar á oynni. Á veg norður aftur er møguleiki at royna heimsgitnu fiskasúpanina hjá Birgir Enni.
Boðast kann frá hjá Birgir á telefon 218520 ella á telduposti info@nordlysid.com.