Gerhard vil varðveita føroyska bátin

- Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at varðveita føroyska bátin? - Metir landsstýrismaðurin at ein loysn kundi verið beinleiðis stuðul til føroyskt bátasmíð?

- Metir landsstýrismaðurin at mvg frítøka eisini kundi verið ein loysn?

Hesar spurningar setir Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, landsstýrismanninum í Mentamálum. Løgtingsmaðurin sigur, at bátasmíð sum handverk er við at doyggja út í Føroyum. Hann sigur, at nógv verður tosað um mentan, og at nógv verður goldið, men higartilhevur ikki nógv verið gjørt til tess at varðveita gamla føroyska bátasmíðið.

- Mær vitandi eru tveir bátasmiðir í Føroyum sum liva av sínum handverki ? annar á Sandi og hin í Kollafirði. Hvussu hondverkið skal varðveitast, um eingin verður settur við, er ikki ilt at gita um, heldur Gerhard Lognberg, sum staðfestir, at tað nú er í tøkum tíma at finna eina loysn soleiðis, at aldargamla handverkið ikki fer í gloymskuna.