Tá ið kommunuval hevur verið, skulu nevndirnar veljast av nýggjum.
Kommunurnar í Sandoynni skulu allar velja sínar limir í nevndina fyri Sandoyar Skúlasamband, men eingin hevur gjørt ta enn, tí ógreitt er, hvussu nógvar limir hvør kommuna skal hava.
Í fjør var uppskot frammi um at lækka talið av nevndarlimum. Sum er hevur Sand Kommuna tvey umboð, Skopunar kommuna tvey umboð, Skálavíkar kommuna eitt umboð, og Húsavíkar kommuna, sum fevnir um bygdirnar Húsavík, Dal og Skarvanes, tvey umboð.
- Eitt uppskot var um, at Skopunar kommuna og Sands kommuna skuldu varðveita sínar tveir nevndarlimir í part, Skálavík sín, og at Húsavík skuldi hava ein nevndarsess. Men ta segði eg nei til. Eg vil heldur, at allar kommunurnar hava hvør sín nevndarlim, sigur Gerhard Lognberg, formaður í stýrinum.
Hann heldur tað vera rationalisering at lækka talið av nevndarlimum í stýrinum, men hvat kann sparast, veit hann ikki at siga.
Undir øllum umstøðum má sáttmálin broytast, nú ítróttarhøll er komin aftrat.
Kommunurnar verða ikki einsamallar um at broyta sáttmálan um skúlasambandið, tí sáttmálin skal góðkennast bæði av Mentamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Innlendismálaráðnum, sigur Gerhard Lognberg.
Á Sandportalinum skrivar Heri Jacobsen, nývaldur kommunustýrislimur á Sandi, at Húsavíkar kommuna sýtti fyri at læknna talið av stýrislimum í skúlasambandinum niður í fýra. Aftur fyri varð kommunan hótt við, at børnini í kommuni ikki longur skuldu sleppa at ganga í skúla og í barnagarði á Sandi.
- Nei, hatta kenni eg einki til. Eg havi ikki heimild til at nokta børnunum í Húsavík at ganga í skúla ella í barnagarði á Sandi, sigur Gerhard Lognberg.
Hann hevur verið formaður í stýrinum fyri Sandoyar Skúlasamband í 12 ár og ætlar sær ikki at halda fram sum formaður í stýrinum.
Hann vísir ikki aftur, at hann kanska verður nevndarlimur, tá ið nýggja stýrið eina ferð hevur skipað seg.