Sjey limafeløg kring landið vilja hava floksleiðsluna at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.
Hóast avgerðin formliga verður tikin leygardagin, so er longu nú greitt, at dagarnir hjá Gerhardi Lognberg í Javnaðarflokkinum eru taldir.
Sjey limafeløg kring landið heita í morgun á floksleiðsluna í Javnaðarflokkinum um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum. Talan er um Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Vága Javnaðarfelag, Eysturoyar Javnaðarfelag, Norðoya Javnaðarfelag og SU-Sosialistisk Ung.
Floksleiðslan er tingmanning floksins, møgulig landsstýrisfólk og fólkatingslimir, politiskt valdir borgarstjórar, starvsnevndin og limafeløgini kring landið, ið hava umboðan eftir limatali. Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum er í løtuni 34 fólk.
Leygardagin 2. november skal floksleiðslan taka støðu til, um Gerhard Lognberg skal koyrast úr Javnaðarflokkinum. Avgerðin verður tikin við vanligum meiriluta. Tí er greitt, at sandoyartingmaðurin missir sín limaskap í Javnaðarflokkinum og gerst uttanflokkatingmaður.
Í felags áheitan á floksleiðsluna siga limafeløgini millum annað:
- Tá ið Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at vera stjórnarberandi, mugu veljarar og samstarvspartar kunnu líta á flokkin og tað mandat, ið flokkurin bjóðar seg fram við. Fortreytin fyri hesum er, at flokkurin hevur trúvirði, og at hann virkar sum ein sterk eind. Tí eigur tað at fáa avleiðingar, tá ið ein tinglimur ferð eftir ferð virkar, talar og atkvøður í andsøgn við flokkin.
Tað er serliga støðan hjá Gerhardi Lognberg í málinum um Skálafjarðartunnilin, ið fær bikarið at flóta yvir.
Men trupulleikin er ikki nýggjur, siga limafeløgini í felags áheitan á floksleiðsluna:
- Gerhard Lognberg hevur so ofta farnu árini virkað, talað og atkvøtt ímóti flokkinum - bæði grundsjónarmiðum, floksleiðslusamtyktum og formonnum floksins - at hann eigur ikki at umboða flokkin á Føroya Løgtingi longur, siga tey sjey limafeløgini.
Skrivið frá Javnaðarflokkinum sæst VIÐ AT TRÝSTA HER










