Gerhard stillar ikki upp kortini

Tað verður sonur Gerhard Lognberg, Sámal Hanni Lognberg, sum fer at stilla upp fyri Sambandsflokkin í Sandoynni.

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, boðar í kvøld frá, at hann kortini ikki fer at stilla upp fyri Sambandsflokkin hesaferð, sum ætlanin annars hevur verið.

- Vegna persónligar umstøður havi eg valt at trekkja meg sum valevni hjá Sambandsflokkinum, sigur Gerhard Lognberg í kvøld.

Hann vísir á, at avgerðin kortini ikki er so torfør fyri hann, nú hann veit, at sonurin, Sámal Hanni Lognberg, stillar upp ístaðin.

- Eg veit, at Sámal Hanni er skilamaður, og nú hava fólk so høvi at velja hann í staðin, nú løgtingsval stundar til, sigur Gerhard Lognberg.

Avgerðin hjá borgarstjóranum í Skopunar kommunu má vera rættiliga fesk, tí so seint sum í gjár skrivaði hann valgrein sum valevni fyri Sambandsflokkin.