Gerhard skerdur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum

Hann er ikki longur vælkomin í tingbólkinum, men tað er hann sjálvur, sum hevur sett seg uttanfyri, sigur John Johannessen, formaður í tingbólkinum Gerhard Lognberg er ikki longur vælkomin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Tað staðfestir John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi.

Hann sigur, at tað er Gerhad Lognberg sjálvur, sum hevur sett seg uttanfyri tingbólkin.

- Tað gjørdi hann tá ið hann fór úr samgonguni.

Hann sigur, at nú Gerhard Lognberg er farin úr samgonguni, er tað ein nattúrlig avleiðing, at hann heldur ikki kann roknast sum partur í tingbólkinum.

- Gerhard Lognberg kann ikki vera við í tingbólkinum, tí har viðgera vit samgongumál, og tað viðgerðina hevur hann onki við at gera, tá ið hann er farin úr samgonguni, sigur John Johannessen.

- Vit kunnu ikki hava ein mótstøðu-tinglim hjá samgonguni við í viðgerum av samgongumálum, leggur hann afturat.

Hereftir fer Gerhard Lognberg sostatt heldur ikki at fáa fundaboð til fundir hjá tingbólkinum.

Hinvegin verður Gerhard Lognberg formliga ikki tveittur úr tingbólkinum. Men koyrdur ella ikki, so sleppur Gerhard Lognberg ikki longur at vera við í viðgerðir í tingbólkinum, har politisk mál eru á skránni. Tað ber eisini í sær, at hann fær ikki fundarboð, tá ið politisk mál og samgongumál eru til viðgerar. Hann verður heldur ikki longur framsøgumaður floksins í nøkrum máli og John Johannessen sigur, at løgtingsnevndirnar skulu helst eisini umskipast, so at Gerhard Lognberg ikki longur umboðar Javnaðarflokkin í nakrari nevnd.

Sostatt er tað greitt, at hóast Gerhard Lognberg ikki formliga er koyrdur úr tingbólkinum, er hann rættiliga skerdur í sínum virksemi í bólkinum.