Tað var av álvara spenningur í Løgtinginum hósdagin, tá Gerhard Lognberg fór á tingsins røðarapall stutt fyri klokkan 14.
Annars skemtiliga huglagið í tinginum fekk álvarsligari dám, so hvørt sum løtan nærkaðist, at Gerhard Lognberg skuldi boða frá, hvørt hann stuðlaði samgonguni.
Gerhard Lognberg hevði gjørt greitt, at eftir boðini um, at hann ikki fekk trygd fyri, at Sandoyartunnil varð gjørdur óg byrjaður innan ávísa tíð, og at hol helst verður sett á Eysturoyartunnil fyrst, so fór hann av tingsins røðarapalli at boða frá, um hann framvegis var partur av samgonguni.
Og eftir at Gerhard Lognberg hevði í stuttum viðgjørt partar av løgmansrøðuni, kom spennandi løtan, og hann segði stutt og greitt, at hann fer úr samgonguni, men at hann nú tekur støðu til hvørt mál sær, og at hann verður verðandi limur í javnaðarflokkinum.
Sostatt kann ikki sigast, at samgongan hevur meirluta aftanfyri seg, men at talan hinvegin er um minnilutasamgongu.
Orðaskiftið løtuna eftir boðini fra Gerhadi bar brá av álvarsemið, og alt skemt og lætt huglag, sum annars hevði merkt viðgerðina av løgmansrøðuni, var burtur. Fólk harmðust, og floksfelgar Gerhards vóru ósamdir í grundgevingum hansara.
Og tað er ikki ov nógv sagt, at Gerhard av tingsins røðarapalli tók harðliga til mótvegis samgongu, samgonguleiðara og floksformanni sínum.









