Tað fær ongar politiskar avleiðingar fyri Gerhard Lognberg, at hann í løgtinginum í gjár tosaði niðrandi um sømdargávur til listafólk.
Viðmerkingin frá floksformanninum Akseli V. Johannesen er hendan:
Orðini hjá Gerhardi Lognberg um sømdargávur til listafólk eru als ikki umboðandi fyri mentanarpolitikk Javnaðarfloksins. Útsøgnin stendur tí fyri hansara egnu rokning.
Fyri Javnaðarflokkin eru list og mentan millum týdningarmestu tættirnir í einum livandi samfelag. Listarligt og mentanarligt virksemi og upplivingar víðka um sjónarringin, skapa tolsemi og opinleika millum menniskju og ríka okkum lívið. Tí skulu vit skapa góðar karmar fyri list og mentan í Føroyum.
Javnaðarflokkurin vil nýta høvið at ynskja teimum 33 listafólkunum, sum hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, hjartaliga tillukku og góða eydnu við arbeiðinum.