- Verður Sandoyartunnilin ikki gjørdur nú, verður samgongan slitin.
Tað staðfesta teir báðir tingmenninir úr Sandoy, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg.
Í gjár boðaði Bjørt Samuelsen, landstýriskvinna í vinnumálum, frá, at hon í næstum fer at koma við einum uppriti um lagnuna hjá Sandoyartunlinum og um hann skal tengjast upp í Skálafjarðartunnilin ella ikki.
Samstundis boðaði hon frá, at yvirskipað heldur samgongan, at tað er landið, sum skal byggja samferðsluna út.
Hon boðaði eisini frá, at hon í næstum fer at koma við einum uppriti um lagnuna hjá Sandoyartunlinum og um hann skal tengjast upp í Skálafjarðartunnilin ella ikki.
Í hesum sambandi kannar hon nú eftir, hvussu Skálarfjarðartunnilin kann fremjast undir tí almenna og i hvønn mun, Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin skulu tengjast saman.
Tað var annars eitt privat felag, sum tók stig til at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, men seinasta fráboðanin frá landsstýriskvinnuni, kundi bent á, at ætlanin nú verður tikin úr teimum privatu hondum og løgd undir tað almenna.
Stúra fyri Sandoynni
Hetta fær báðar tingmenninar úr Sandoy, sum eisini eru í samgonguni, at stúra fyri, at Sandoyartunnilin verður lagdur afturum Skálafjarðartunnilin, tí teir duga ikki at ímynda sær, at vit hava ráð og umstøður til at gera tvær so dýrar útbyggingar ísenn undir landskassanum.
Tí eru teir báðir av teirri sannføring, at teir privatu skulu sleppa at varðveita ætlanina at gera Skálafjarðartunnilin, so at tað almenna kann fara undir Sandoyartunnilin beinanvegin.
Hinvegin gera teir báðir púra greitt, at teir fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Sandoyartunnilin skal bíða til Skálafjarðartunnilin er gjørdur.
Hendir tað, fara teir báðir ikki at himprast við at slíta samgonguna, siga teir báðir við Sosialin í morgun.
- Gerhard Lognberg og eg hava onki at missa, tí verður tunnilin ikki gjørdur nú, er onki tilverugrundarlag eftir í Sandoy, sigur Páll á Reynatúgvu.
Teir báðir vilja ikki uppfata hetta sum eina hóttan ímóti samgonguni.
Men teir halda samstundis, at tað er so nógv lættari hjá samgonguni at arbeiða, tá ið støðan er greið.
- Tað er ongin orsøk til at bíða við teimum stóru avgerðunum, tí longri, ið drálað verður, verri verða teir at loysa, sigur Páll á Reynatúgvu.
Bjørt til arbeiðis
Gerhard Lognberg er enn meiri avgjørdur.
- Tann endaliga politiska avgerðin um Sandoyartunnilin er ikki tikin enn og eg meti meg avgjørt vera ein part av teirri avgerðini.
- Velur samgongan at gera Skálafjarðartunnilin áðrenn Sandoyartunnilin, velur samgongan samstundis meg frá, tí tað er ongin ivi um, at tað fer at fáa avleiðingar fyri samgonguna, sigur hann.
Hann sigur, at tað verður heilt avgjørt ikki við honum í samgonguni, at Sandoyartunnilin verður útsettur, leggur hann afturat.
- Har er ongin slingur í valsinum.
Hann vísir eisini á, at Løgtingið hevur longu samtykt at arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja um hálvt annað ár.
- So tað er bara hjá Bjørt Samuelsen at fáa hendurnar úr lummanum og fara til arbeiðis og seta løgtingsins vilja í verk. Er hon ikki sinnað til tað, er bara hjá henni at pakka saman og fara til húsar.
Hann leggur afturat, at tað er ongin sum sigur, at Sandoyartunnilin skal fíggjast yvir fýra ár, tí verður hann fíggjaður yvir eini 30 ár, er hann sjálvberandi.
Samgongan ikki arbeiðsfør
Teir báðir sandoyartingmenninir eru eisini av teirri áskoðan, at samgongan rætt og slætt er ikki arbeiðsfør, sum støðan er nú.
Og teir eru eisini sannførdir um, at samgongan verður heldur ikki arbeiðsfør, fyrrenn tann rætta støðan er tikin til spurningin um Sandoyartunnilin.
- Tað er púra greitt, at tað verður munandi lættari at fáa opinleika um tær avgerðir, sum skulu takast og tað verður so nógv lættari at fáa eitt gott politiskt stev, tá ið avgerðin um Sandoyartunnilin er tikin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Gerhard Lognberg er púra samdur.
- Hjá okkum báðum tingmonnum úr Sandoy, fyllir undirsjóvartunnilin so nógv í okkara hugaheimi, at vit fáa ikki miðsavna okkum um nøkur onnur politisk mál, fyrrenn málið um Sandoyartunnilin er avgreitt, sigur hann.
Raðfesting-við máta
Síðani hendan samgongan varð skipað, hevur tað verið fráboðað aftur og aftur, at allar íløgur skulu leggjast í eina langtíðar raðfesting.
Tað eru teir báðir sandoyartingmenninir púra samdir í.
Hinvegin fýlast teir á, at hetta sær ikki út til at vera galdandi fyri allar íløgur.
- Samgongan hevur longu lagt uppskot um íløgur fyri eina hálva milliard fyri Løgtingið, áðrenn nøkur sum helst raðfesting er gjørd, so tað sær út til, at raðfesting er bara galdandi fyri summi og ikki fyri onnur.
Tað, sum teir sipa til, er fyrst og fremst ætlanin at gera skúladepil í Marknagili.
- Tað er spell, at samgongan ikki tekur mannagongdirnar í líka stórum álvara í øllum málum, men fer lættari um summi mál enn um onnur, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Í sambandi við skúladepilin í Marknagili var ongin raðfesting, ongin viðgerð í samgonguni, so tað er munur á og alt tosið um raðfesting er tað bera tvætl, tá ið tað kemur samanum, sigur Gerhard Lognberg.










