Gerhard Lognberg ætlar sær at stilla upp aftur

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sigur, at enn er ikki arbeitt uppá listarnar í Skopun, men hann hevur hugsa um at stilla upp aftur.

 

- Havi eg lívið og heilsuna og um Gud vil, so geri eg tað, sigur Gerhard Lognberg, sum hevur verið borgarstjóri í Skopun síðan 1992.

 

Í tráð við at Sandoyartunnilin skjótt kemur í oynna, hevur Skopunar Kommuna gjørt nøkur átøk at fríðka um bygdina.

 

- Vit hava m.a. asfaltera vegirnar, gjørt skúlan av nýggjum og ymiskt annað, sigur Gerhard, ið vísir á, at Skopun sum kommuna endiliga fær arbeitt aftur eftir at skuldin kom undir ein álíkning. Sambært Gerhard Lognberg hevur stóra skuldin havt tað við sær, at tað hevur verið lítið áhugavert at verða kommunupolitikari í nøkur ár, men at tað nú er blivið stuttligari aftur.

 

Tveir listar stillaðu upp í Skopun seinasta val. Lista A, sum Gerhard stillaði á, fekk meirluta við 3 umboðum.
Lista B fekk tvey umboð vald.

 

Seinasta kommmunuval fekk Gerhard Lognberg flestar persónligar atkvøður. Hann fekk 76 atkvøður.