Gerhard Lognberg í Javnaðarflokkinum, fer í part við andstøðuni, nú tingnevndirnar hjá løgtinginum skulu veljast av nýggjum.
Tað boðaðu partarnir frá í gjárkvøldið.
Sostatt er greitt, at Gerhard Lognberg vendir samgonguni bakið í hesum føri og ístaðin fer í valbólk við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, tá ið nevndarvalið verður.
Men tað verður í øllum førum ikki fyrrenn tann 16. september, at nevndarval verður tí tá verður næsti tingfundur og tá verður eisini til viðgerar uppskot um at velja nevndirnar av nýggjum.
Gerhard Lognberg hevur verið limur í vinnunevndini og hann hevur alla tíðina tvíhildið um, at tann sessin vil hann varðveita.
Men av tí, at hann fór úr samgonguni herfyri, var lítið sannlíkt, fyri ikki at siga ómøguligt, at Javnaðarflokkurin hevði valt hann aftur í vinnunevndina og tí fer hann í valbólk við andstøðuna fyri at tryggja sær, at hann varðveitir sessin.
Les eisini greinina: Tveittur í føvningin á Kaj Leo og Jørgen










