Tó kenni eg meg freistaðan at koma við stuttari viðkomandi viðmerking, hvussu máttleyst tað kennist ikki at fáa fatur á almennum starvsfólki so væl sum fólki í privatari vinnu, nú samskiftismøguleikarnir eru so framúr góðir.
So seint sum í desember royndi eg at fáa fatur á almennum starvsfólki. Tað kendist avmaktandi, og endaði við hesum maili:
»Tað kann tykjast fantastiskt at royna í tveir heilar dagar at fáa fatur á tær, fleiri ferðir í telefonini og einaferð á mailinum, havi fleiri ferðir biðið teg ringt aftur. Absolut uttan úrslit!!
Samstundis, sum eg sendi tær mail, sendi eg mail bæði til Qatar, Berlin og fleiri til Danmarkar. Øll hava svarað, summi bara á mailinum, meðan onnur bæði á maili og í telefonini. – Eg hugsi um “krýningarátakið” hjá Ejdesgaard VISJÓN 2015”!?!
Kanst tú ikki ringja til mín !!!!???!!«
So ringdi persónurin og vit fingu avgreitt málið!
Uttan at ganga nøkrum ov nær, haldi eg ikki, tað er ov nógv sagt, at alt ov fáir føroyingar – í okkara flexibla landi – eru struktureraðir í so máta. Hvørt munur er á almennum og privatum havi eg sjálvsagt mína meining um, men fari í hesum viðfangi at lata hana liggja, men eingin misskilti Gerhard og Slemu í Kringvarpinum.
Leggjast kann afturat, at tílík hending ikki er eindømi – langt ífrá!