-Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunnlinum í nov/des 2010 og hetta verður samtykt við lóg, so eri eg partur av samgonguni. Hetta sigur Gerhard Logberg í brævi til løgmannhar hann krevur svar innan mikudagin 23. juli
Tingmaður Javnaðarfloksins í Sandoynni, Gerhard Lognberg krevur nú svar frá løgmanni uppá fleiri spurningar rundan um Sandoyartunnilin. Hann vil hava svar innan 23. juli
Brævið, sum eisini er sent til Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu, er soljóðandi.
Til sangonguleiðaran, Jóhannes Eidesgaard.
Nú formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins hevur sagt, at Sandoyartunnilin hevur ongantíð verið so nær sum nú og beinleiðis leggur meg undir at ?sabotera? ætlanina, fari eg at spyrja samgonguna hesar spurningar, sum eg ikki havi fingið svaraðar:
Tá ið sagt verður av summum samgongulimun, at í novembur 2010 eru 150 mió í partafelagnum til Sandoyartunnulin. Vil tað so siga, at byrjast skal at bora i novembur/desembur 2010 og um so er, verður hetta so samtykt við lóg.
Landsstýriskvinnan og løgmaður hava sagt, at báðir tunnlarnir, verða ikki gjørdir samstundis, gev mær greitt at vita, hvør tunnil skal gerast fyrst. Hetta hevur jú alstóran týdning fyri málið.
Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunnlinum í nov/des 2010 og hetta verður samtykt við lóg, so eri eg partur av samgonguni.
Eg vil hava svar uppá hesar báðar spurningar innan mikudagin, 23 juli kl 15,00.
Suðurparturin av Føroyum hevur brúk fyri tunnlinum
Tað mátti vakt ans hjá samgonguleiðaranum, at einastu sýslur í landinum, sum hava afturgongd í fólkatalinum eru sandoyarsýsla og suðuroyðarsýsla. Tað er neyðugt, at vit arbeiða langtsigtað við at bjarga sunnara parti av Føroyum, hetta er eitt arbeiði, sum má byrja skjótast gjørligt skrivar Gerhard Lognberg í brævinum til løgmann.