– Tekur Gerhard Lognberg undir við uppskotinum hjá samgonguni um at eitt privat felag skal gera Skálafjarðartunnilin, so hevur hann meldað seg úr Javnaðarflokkinum.
So greiður var boðaskpaurin hjá Akseli V. Johannsen, formanni Javnaðarfloksins, tá sjónvarpið fekk orðið á hann, meðan Javnaðarflokkurin hevur floksleiðslufund í Losjuni í Havn.
Gerhard Lognberg hevur týðuligia givið til kennar, at hann stuðlar Kaj Leo Johannesen og Kára P. Højgaard, sum vilja hava, at privata danska felagið CIP, skal gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin.
Gerhard Lognberg viðgekk í Degi og Viku, at hann ikki hevur stuðul í floksleiðsluni hjá Javnaðarflokkinum. Men hann legið dent á, at hann »stríðist fyri Sandoyartunlinum og suðurøkinum«, sum hann málbar seg.
Enn er eingin niðurstøða komin frá floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum enn ikki er liðugur. Men málið um Gerhard Lognberg sær út til rættiliga at verða komið til skarpskeringar í Javnaðarflokkinum.