Gerhard Lognberg: - Hetta er eitt neyðarróp


- Hetta er ein neyðarróp úr Sandoyar Sýslu. Eg skal minna tykkum í løgtinginum á, at enn er Teistin okkara “asfalt”, so komið við einum skipi afturat beinanvegin, so tað verður Teistin pluss eitt annað skip.

 

Orðini eigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu. Hann skrivar lesarabræv í dag, har hann finst at tí, at eitt skip ikki bleiv sett í sigling beinaveg um Skopunarfjørð, tá Teistin í morgun ikki sigldi vegna tekniskt brek.

 

Gerhard Lognberg sigur, at tað kann fáa avleiðingar fyri áhugan hjá fólki at flyta til Sandoynna, tá mann ikki er klárur við einum átaki beinaveg um Teistin ikki siglir.

 

- Sjálvandi skuldi eitt skip verði sett í sigling, ella ein av teimum stóru glastrevja bátunum, beinanvegin! Ella farið í gongd við at fáa eitt skip at sigla, saman við Teistanum, tí tað var gjørt bæði um Leirvíksfjørð og um Vestmannasund, ístaðin fyri at meyla um eina gjaldsskipan, sum fer at jarðleggja vinnulívið í Sandoynni, sigur Gerhard Lognberg í lesarabrævi, sum kann lesast her.