Gerhard Lognberg gevur sínum egna flokki turt uppá og sigur seg skilja, at veljarar í hópatali venda flokkinum bakið. Eg skilji væl frustratiónirnar hjá Gerhardi, og eri samdur við Gerhardi í fleiri av hansara atfinningum ímóti Javnaðarflokkinum. Eitt, sum Gerhard tó fullkomiliga gloymir at nevna, er hansara egna leiklut. Tað eigur at undra fleiri, at Gerhard finst so hvassliga at leiðsluni í Javnaðarflokkinum, tá man skuldi trúð, at hann sum næst valdið tingmaður hjá Javnaðarflokkinum hevði so mikið av ávirkan í flokkinum, at hann var partur av hesi somu leiðslu, sum hann finst so harðliga at. Kanska hevur Gerhard start seg blindan upp á flísurnar hjá næstanum og gloymt bjálkan í egnum eyga.
Gerhard hevur jabbað um ein tunnil til Sandoynna í fleiri ár, og sær tað ikki út til, at hetta valagnið spillist. Gerhard og flest øll onnur vita, at tunnilin til Sandoynna verður ikki gjørdur tey næstu mongu árini og serliga ikki nú, tá pengarnar, við vælsignilsi frá Gerhardi, skulu brúkast til tunnlar aðrastaðni í landinum. Hevði Gerhard fokuserað upp á annað enn fantasi og deyðadómsprofeti, so hevði Sandoyggin kunnað blóma og kanska Javnaðarflokkurin við.










