Gerhard Lognberg: Gunvør skuldi flutt á bygd

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður

Eg læs grein hjá Gunvør Balle, eg skal sum so ikki blanda meg uppí, hvat onnur halda og gera, men eg haldi at eitt gott upp­skot var, at tú til døm­is, góða Gunvør, flutti til út­jað­a­ran í Føroyum og fann út­av ,hvussu vit liva.

Tað kundi verið, at tú var ein mánað úti í Skúgvi, so slapp tú at royna Sild­ber­an, kanska ein mánað í Dali og roynt Dals­líð/Sands­líð og Skop­un­ar­fjørð. Ynskiligt var, at tað var í januar mánaði.

Tí sum tú sigur sjálv, at tosa um tunnil er ókløkt.

So minnir handan kvinn­an, sum býr í Tórshavn, okk­um á, at vit heldur skula hugsa um skúl­ar. Eg skilji hana so, at tað gera vit ikki.

Men tað gera vit, tí vilja vit hava tunn­il/fast samband.

So minn­ir hon okkum á, at vit held­ur skula arbeiða fyri fólka­vøkstri.

Tað gera vit Gunvør, tí vilja vit hava tunnil, nettup fyri at fáa fólkavøkstur.

Síðani sigur Gunvør, meira ment­an, tað gevur geran­d­i­s­degn­um meiri innihald.

Men frekt av mær at blanda meg upp í ment­an­­ar­ser­frøð­ing­ina úr mið­stað­a­r­øk­­i­num.

Ella sum Gunnvør sigur, lati okkum heldur fáa bú­stað­ir.

Jú nettup við einum tunn­li til Sandoy fær tú fleiri bú­stað­ir sera bíliga, og so er tað bert 15 min frá hjartanum í Før­oy­um.

Syndarligt at tú dugir so illa at seta teg inn í okkara við­ur­skiftir.
Suðurøkið í Føroyum er um at kollsigla.

Um Varðin Pelagic ikki var kom­in í Suðuroy, sum ein frels­andi eingil, ja so var støð­an verri í Suðuroy enn í Sand­oy.

Suðuroyingar hava sama túr­a­tal við Smyrli í dag, sum fyri 100 árum síðani.
Men hetta skilir Gunnvør Balle ikki, sum býr í hjarta­num í Føroyum.

Vælsignaða, hugsa ikki bara um tykkum sjálvi og tykkara, men hugsi sam­halds­fast, tí vit gjald líka nógv til sam­­f­el­agið sum tit.


Tí skuldu vit havt sama sætt, sum tit.