Javnaðarflokkurin sendi fyri løtu síðani út eina almenna eftirlýsing eftir Gerhardi Lognberg, sum ikki hevur veirð til arbeiðis seinastu dagarnar. Rás2 hevur tó funnið Gerhard At Javnaðarflokkurin hevur innanhýsis samskiftistrupulleikar, er nú sjón fyri søgn. Fyri lítlari løtu síðani sendi flokkurin út eina almenna eftirlýsing, sum er soljóðandi:
»Kom til arbeiðis, Gerhard!
Tað hevði glett okkum, um vit sóu teg á fundi her í ting- og landsstýrismanningini, nú vit sita og viðgera støðu floksins og týdningarmikil samfelagsmál.
Vit sita nú her á Gamla Apoteki á øðrum degi hesa vikuna, og tað harmar okkum, at vit bert frætta frá tær í fjølmiðlunum ? eins og vanligt.
Tí heita vit inniliga á teg um at koma til arbeiðis.
Ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins«
Rás2 hevur ringt til Gerhard Lognberg, sum er staddur í Skopun. Men hann hevði tá ikki sæð eftirlýsingina og vildi tí ikki gera viðmerkingar.