Gerhard Lognberg blotnaður

Slagið um undirsjóvartunnilin í Sandoynna er ikki tapt enn, sigur hann

Gerhard Lognberg rýmir ikki úr samgonguni, hóast hann ikki fekk eitt oyra til Sandoyartunnilin á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Tað ger hann greitt, nú tað stendur svart á hvítum, at onki verður gjørt við Sandoyartunnilin næsta ár, hóast tað stendur í samgonguskjalinum.

Hann heldur nevniliga ikki, at øll vón er úti enn.

Gerhard Lognberg hevur annars fyrr gjørt Sandoyartunnilin til eitt samgongumál og fyri hálvum øðrum ári síðani segði hann seg úr CHE samgonguni, tí hon ikki vildi seta pening av til Sandoyartunnilin.

Og nakað síðani staðfesti hann eisini, at vil heldur ikki hendan samgongan fara undir Sandoyartunnilin næsta ár. Fór hann at koma við eini kraftigari fráboðan, sum hann málbar seg.


Blotnaður

Men síðani er hann blotnaður eitt sindur, tó hóast tað er greitt, at onki verður sett av til Sandoyartunnilin næsta ár, boðar hann nú frá, at hann ætlar sær at verða verandi í samgonguni og har ætlar hann sær at stríðast víðari.

Hann hevur vigað fyri og ímóti og hann heldur, at sum støðan er nú, er tað betri at verða verandi í samgonguni og hava ávirkan, enn at stinga í sekkin og frásiga sær alla ávirkan.

Hann heldur nevniliga ikki, at slagið er endaliga tapt enn. Og tað, hann nú setir sítt álit á, er, at samgongan hevur avtalað, at longu tíðliga næsta ár skal ein langtíðarætlan íløguætlan leggjat og har fer Gerhard Lognberg at halda fram við stríðnum fyri Sandoyartunlinum.

- Eg ætli mær at vera við fyri at vita, hvussu tann leikur ferð, sigur løgtingsmaðurin úr Skopun.

Hann vísir á, at seinast hann rýmdi úr samgonguni í sambandi við tunnilin, fekk hann onki burtur úr tí.

Hann vísir eisini á, at ágangurin á Suðurøkið í Føroyum, Sandoy og Suðuroy, er so stórur í sambandi við ferðasamband og annað, at hann heldur, at hann tænir samlaða málinum best við at verða verandi í samgonguni.

Hann tekur sær eisini sín part av heiðrinum fyri, at ferðaætlanin hjá Strandferðsluni ikki verður skerd so nógv, sum upprunaliga ætlað og at príshækkingin heldur ikki verður so stór sum ætlað.

Hann fegnast eisini um, at ítróttarhøll verður bygt í Sandoy. Men tað skal ongin billa sær inn, at tað verður góðtikið at sandoyingar verða egndir við eini ítróttarhøll við tí fyri eyga at fáa teir at gloyma tunnilin ella havnina í Skúvoy.