Gerhard leggur eftir sínum egnu

Um leiðslan í javnaðarflokkinum ikki er før fyri at leggja á annan bógv, so eigur annar róðursmaður at taka róðri. So avgjørdur er Gerhard Lognberg í lesarabrævið sent fjølmiðlunum í dag.

Í ógvuliga hvassorðaðum lesarabrævið finst hann at sínum egna flokki fyri at skunda fíggjarlógarviðgerðina ígjøgnum. Gerhard Lognberg sigur seg ikki hava havt møguleika at vera til staðar, tí hann hevði fingið vita, at onnur viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fór at vera millum jól og nýggjar, og tískil fór hann til Skopunar. Tá so boð vóru eftir honum, fekk Gerhard ikki farið av oynni fyri enn góðar tveir tímar seinni, tí Teistin sigldi ikki fyri enn væl seinni sama kvøld.

- Um mínir egnu ikki høvdu lumpað meg, so hevði støðan verið betri, tí í millum 2. og 3. viðgerð henda broytingar sum oftast. Og tá kundi eg tað sama havt fingið 40 milliónir krónur til sandoyartunnilin, líka so væl sum at samgongan gav andstøðuni tær, sigur Gerhard Lognberg, sum eisini hevur eina ítøkiliga áheitan til sín floksformann:

- Jóannes latið okkum minstra av frá Kaj Leo, áðrenn hann hevur fingið sín vilja og avtoftað flakavirkini, sum meiningin er, tí tá tað er gjørt, má javnaðarflokkurin leggjast í respirator og tá er ikki nógv tíð eftir, sigur Gerhard Lognberg millum annað.