Eftir at Gerhard Lognberg tók seg aftur sum partur av samgonguni, er samgongan ein minnilutasamgonga, og tað er nýtt í Føroyum.
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og politiskur viðmerkjari, heldur, at hetta er ikki ókent í londunum kring okkum, t.d. í Noreg og Danmark, men tá hann verður spurdur, um hann ærliga trýr uppá hesa minnilutasamgonguna, ella eina minnilutasamgongu í Føroyum, so er svarið greitt nei.
- Men í Danmark er samgongan ein minnilutasamgonga, ið hevur Dansk Folkeparti sum stuðulsflokk. Ein má fáa ein stuðulsflokk, sum ein ein veit iki hoppar yvirum miðjuna. Sitandi samgonga í Føroyum má nýta danska leistin og fáa sær ein stuðulsflokk. Stóru andstøðuflokkarnir koma neyvan upp á tal, men Kári á Rógvu úr Sjálvstýrisflokkinum hevur sagt, at teir vilja hava ávirkan á politikkin, og tað ber brá av, at teir vilja gera avtalur, og so kanska formalisera samstarvið seinni, metir Jógvan Mørkøre.
Flokslagnan
Men hvussu við Gerhardi og flokkinum. Kann hann framvegis vera í javnaðarflokkinum? Og kann javnaðarflokkurin liva við, at teir hava ein mann gangandi leysan, sum ikki hevur hildið flokstaktina, men framvegis er limur í flokkinum, men ikki í samgonguni?
- Sambandsflokkurin lividi t.d. við, at Alfred Olsen gjørdi nakað tað sama og fór úr samgonguni, men var verðandi í flokkinum. Tað er altið trupult at gera samgonguskjøl og avtalur, um flokkarnir ikki eru flokkar ella ein eind. Tað hevur jú verið, og má helst vera so, at floksleiðslurnar taka avgerðir, og so laga hini seg eftir tí, men tað gerst trupult, tá flokar ikki virka sum flokkar. Og sjálvsagt missa samgonga, samgonguleiðari, og floksformenn, nakað av myndugleikanum, tá so er. Talan má vera flokkar, eindir, uttan mun til um talan er um meir- ella minnilutasamgongur. Men tá flokslimir ganga egnar leiðir, og landsstýrismenn høgga hvør eftir øðrum, og hetta ikki hevur verið átalað stórvegis, so er kanska ikki so lætt, metir Jógvan Mørkøre.
- Sitandi samgonga hórar kanska undan nú, men tað verður trupult, tí stórmál eru fyri framman, eittnú fiskivinnupolitikkurin, sum fólk eisini tykjast ósamd um, sigur viðmerkjarin.
Jógvan Mørkøre metir tó ikki, at broytta valskipanin við Føroyum sum einum valdømi kann fáa beinleiðis skuld fyri gongdina.
- Tað var jú eitt lokalmál, ið koppaði øllum, so tað kann ein ikki beinleiðis siga. Men hinvegin er arbeiðslagið kanska broytt og fólk profilera seg sjálvan. Flokslýdnið er farið og flokkar missa nakað av trúvirði, tí hvussu nógv eru nú í veruleikanum við, tá ein flokkur sigur okkurt, ella ger eina avtalu?, spyr Jógvan Mørkøre, sum sostatt metir, at tað at Føroyar eru eitt valdømi ger, at fólk seta seg sjálvan í ljósið, og harvið hevur minkar flokslýdni.
Gerhard kundi ikki gera annað
Men um ein nú sær støðuna, har Gerhard Lognberg stendur, hvussu sær so út, tí hann er jú lokal hetja í Sandoynni?
- Hann má jú verja sítt valdømi og hann er valdur uppá tunnilsmálið. Um hann gjørdi nakað annað, so hevði hann mist trúvirðið. Hann kundi t.d. ikki farið til val næstuferð, og lova tunnil aftur. Hann hevur jú rætt, og hinir partarnir hava verið heldur ullintir, og hava vavt løgin modell og fíggingarmynstur uppí, men Gerhard hevur krav uppá meira, ja ella nei. Slík ætlan má síggjast aftur á fíggjarlógini, sigur Jógvan Mørkøre.
Um Gerhard bíðaði til 2011 og hinir í 2012 - tá valár er - siga, at "tíverri,.....", so hava teir lagt alla politiska framtí hjá Gerhardi í oyði, sigur Jógvan Møkøre.
Hvat hendur nú
- Gerhard hevur sparkað bóltin aftur til javnaðarflokkin. Hann hevur eisini funnist harðliga at flokki og leiðslu, og tað verður spennandi at síggja um hetta fær avleiðingar. Flokkurin hevur nógv at missa, tí Gerhard hevur gjørt seg til talsmann fyri alt Suðurøkið, men hinvegin missir flokkurin eisini trúvirði, um tingfólk sleppa at gera sum teimum lystir. Eitt er tó víst viðvíkjandi tunnilsmálinum; flokkarnir mugu melda neyvt út, hvat teir standa, sigur Jógvan Mørkøre.