Gerhard ivast í kanningarstjóra

Pengarnir kunnu brúkast betri enn til ein kanningarstjóra, heldur Gerhard Lognberg

Andstøðan í løgtinginum hevur í dag dúgliga róð framundir, at tað einasta rætta var, at ein kanningarstjóri varð settur at hyggja at øllum málinum um Eysturoyartunnilin.

 

Skal tingið seta ein kanningarstjóra, krevjast 14 undirskriftir frá tingmonnum. Men nógv kundi bent á, at neyðugt er hjá andstøðuni at leita sær stuðul í samgonguni, tí andstøðan er ikki samd um, at ein kanningarstjóri skal setast.

 

– Eg ivist í, hvat ein kanning nyttar, tí tá úrslitið av henni er komið, verður farið víðari við at kanna tað eisini, so eg haldi, at pengarnir kundu verið brúktir betur, sigur javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg.

 

Hoyr samrøðu við Gerhard Lognberg við at trýsta á pílin undir myndini.