Gerhard ikki partur av andstøðuni

Hóast Gerhard Lognberg ikki er partur av samgonguni, so hevur hann ongar ætlanir at atkvøða ímóti øllum samgonguuppskotum


Javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, sum í seinastu viku varð koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og longu hevur lagt uppskot fram saman við andstøðuni, er ikki partur av andstøðuni á Tingið.

- Eg ætli mær at atkvøða mál fyri mál og havi ongar ætlanir um at atkvøða ímóti samgongumálum bara fyri at vera ímóti, sigur hann við Sosialin.

Fríggjadagin legði Gerhard Lognberg saman við andstøðuni uppskot fyri Ting, um at landsstýriskvinnan í samferðslumálum skal hava fígging til at fyrireika samráðingar við partafelagið handan privatu verkætlanina um Eysturoyartunnil.

Men hetta skal ikki tulkast sum, at Sandoyar tingmaðurin nú er partur av andstøðuni, leggur Gerhard Lognberg áherslu á.


Ikki ráð til tveir tunnlar

Tað kann kanska undra, at sandoyartingmaðurin, sum hevur verið hart ímóti, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur áðrenn Sandoyartunnilin, leggur eitt slíkt uppskot fram. Men sambært Gerhardi Lognberg sjálvum er hetta púra logiskt.

- Eg havi altíð verið ímóti, at Eysturoyartunnilin verður almennur, tí tað almenna hevur ikki ráð til at gera eina íløgu á tvær milliardir umframt Sandoyartunnilin, sigur Gerhard Lognberg.

Hann heldur, at um tað almenna skal gera Eysturoyartunnilin, er eingin vón fyri nøkrum Sandoyartunnli tey næstu mongu árini.

- Eg havi ikki lagt hetta uppskotið fram fyri at provokera, men tí eg veruliga ikki haldi, at tað almenna hevur ráð at gera bæði Skálafjarðatunnilin og Sandoyartunnilin.

Og prátið um at tunnilin millum Eysturoynna og miðstaðarøki skal kunna fíggja Sandoyartunnilin trýr hann ikki uppá.

- Eg vænti ikki, at Eysturoyartunnilin fer at verða nøkur stór pengamaskina. Og skal fíggingin til Sandoyartunnilin kom har frá, so ganga í øllum førum nógv ár.