Floksformaðurin hjá Gerhardi Lognberg skilir ikki atfinningarnar frá sandoyartingmanninum.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at samgongan hevur framt skattalætta fyri tilsamans 240 mió. krónur, og at málið er at taka toppskattin frá teimum, sum hava vanliga inntøku.
-Tað er ikki í stríð við góðan javnaðarpolitikk at geva arbeiðsfólki, handverkarum og starvsfólki betri sømdir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann ásannar, at tað ber sjálvandi altíð til at finna einstøk dømi, sum kunnu tykjast óheppin, og hann dylur heldur ikki fyri, at skattalættin hevði sæð øðrvísi út, um Javnaðarflokkurin hevði avgjørt tað sjálvur.
-Men eg haldi, at Gerhard skuldi heldur víst á, at føroyskir pensjonistar hava meri pengar um hendur enn teir donsku, nú vit hava megnað at útvega samhaldsfasta 175 mió. krónur, so útgjaldið verður tríggjar ferðir størri, enn tá vit komu í landsstýrið, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.