Tá Gerhard Lognberg fekk at vita, at Sjónvarpið fór ikki at senda viðgerðina av uppskoti hansara um Sandoyartunnilin, bleiv uppskotið tikið av dagsskránni hjá Tinginum Alment varð sagt, at uppskotið varð tikið av dagsskránni, tí uppskotsstillarin hevði forfall, men nú sigur Gerhard Lognberg við Dimmalætting, at hetta var ikki allur sannleikin.
Við blaðið sigur tingmaðurin, at tað óhepna var, at málið kom fyri ein dag, tá fótbóltur var, og sjónvarpið ikki sendi.
-Tað var ómetaliga keðiligt, tí eg vildi, at allir sandoyingar skuldu hava møguleika at hoyra orðaskiftið og kunna seg við, hvør atkvøddi fyri, og hvør atkvøddi ímóti, sigur Gerhard Lognberg við blaðið og leggur afturat:
-Eg spurdi, um eg skuldi siga meg hava fingið forfall ella hvat, og áðrenn eg visti, setti løgtingsformaðurin fundin og boðaði frá, at málið var tikið av dagskránni vegna forfall.
Sandoyartingmaðurin sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at taka uppskotið aftur, og kemur landsstýrið ikki við einum uppskot um Sandoyartunnilin nú, fer hann at krevja sítt egna aftur á dagsskrá.