Tíðargreinin hjá Jóannes Eidesgaard og útsøgnin hjá Aksel V. Johannesen á Rás2 hava fingið Gerhard Lognberg í blekkhúsið.
»Tjóðveldið skal ongantíð verða mín vegvísari, tað er greið tala, tí teir hava einki at bjóða, uttan niðurskurð av okkara ríkisveiting og einki at seta ístaðin«, skrivar Gerhard Lognberg.
Og Gerhard heldur fram:
»Eg hugsaði ikki at Aksel var typan, sum fór at leggja planir, uttan at tingmanningin er við.
Men eg má við sorgblídni ásanna, at hann heldur vil lurta eftir teimum í flokkinum, sum ikki stillaðu upp ella vóru valdir út.
Stavnamaður okkara Aksel Johannesen var í Rás2 og úttalaði seg um, hvønn javnaðarflokkurin kundi samstarva við, tað metti eg taktiskt skeivt, tí undir samgongusamráðingum hava flokkar møguleika, at fáa part av tí politikki ein ynskir, ella at takka fyri seg og fara úr forhandlingunum.
Atli mær ikki at kasta meg fyri føturnar á formanninum og biða umskylda, at eg eri til.
Hóast at eg haldi nógv av formanninum Aksel Johannesen, so haldi eg, tað vera grundleggjandi skeivt at fara út við slíkum, uttan at kunna tingmanningina«, skrivar Gerhard Lognberg.
Hann heldur lítið um politikkin hjá Tjóðveldi.
»Bjargingin er ikki tjóðveldið, hóast Aksel leggur upp til tað. Onkur hevur spurt meg, hvat dámar tær Høgna Hoydal, mítt svar er, hann er ein stásmaður.
Men politikkurin, mangan eg fari heim úr tinginum, at aftur undirgerðin frá Háfoss ekkoðar í høvdinum á mær, líka til vit eru komin um Halin í Hesti«, skrivar Gerhard Lognberg í hvassorðaðum lesarabrævi, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER..










