Myndatekstur:
Hans Pauli Strøm metir, at Gerhard Lognberg eins og nógv onnur hava fingið hansara røðu í rangastrúpan, av tí hann er skeivt endurgivin. Partamaður hansara Gerhard Lognberg heldur hinvegin, at Hans Pauli hevur trupult við at burturforklára, at hann setti ANSO-ráðstevnuna.
- Vit skulu vneda okkum til Harran og ikki til tey samkyndu, sigur Gerhard Lognberg
Í blaðnum í gjár langaði javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, rættiliga út eftir sínum partamanni, Hans Paula Strøm, landsstýrismanni. Orsøkin var, at Hans Pauli Strøm setti ANSO-ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum. Gerhard Lognberg segði bart út, at hann ongantíð fór at fyrigeva sær sjálvum, at hann hevði verið við til at valt Hans Paula Strøm til landsstýrismann. Somuleiðis skrivar Gerhard Lognberg í lesarabrævinum:
- Hvat mundu menn og kvinnur í Svøríki, sum stovnaðu Javnaðarrørsluna, og onnur sum tóku undir við teimum sagt? Ella teir flestu , sum stýrdu hesum flokki í Føroyum? Tað vóru nógvir menn, sum høvdu sett sítt álit á Harran, flest teirra eru farin undir grønu torvu.
Í samrøðu við Sosialin sigur Hans Pauli Strøm, at hann metir lesarabrævið hjá partamanninum Gerhardi Lognberg byggja á eina miskiljing og á eina skeiva reportagu í Dimmalætting. Hans Pauli grundgevur við at siga, at reportagan av setanarrøðuni hjá honum í Dimmalætting mánakvøldið byrjar við orðunum:
Tað skal ikki verða avgerandi hvønn tú velur at fara í song við um kvøldarnar ella hvat fyri kyn viðkomandi hevur. Ì øllum førum ikki, tá ið tað snýr seg um at taka javnbjóðis lut í samfelagnum og teimum rættindum, tú sum borgari hevur. Harafturat endar frásøgnin við hesum orðum:
Øll eru vælkomin at luttaka óansæð hvørjum kyni ein velur at liva og sova saman við.
Hans Pauli Strøm tekur nevniliga eitt brot burtur úr brævinum hjá Gerhardi Lognberg, hvørs orðaval líkist nógv tí hjá Dimmalætting:
Um tað at verða samkynur er náttúrligt, og sum tú sjálvur sigur tað, at tað skal ikki verða avgerandi, hvønn tú velur at fara í song við um kvøldarnar, ella hvat kyn viðkomandi hevur. Her heldur tú, at tað er í lagi, at vit føra eitt Sódomu lív, menn og menn, og kvinnur og kvinnur.
Hans Pauli Strøm leggur stóran dent á, at slík viðurskifti als ikki vórðu tikin upp á tungu av honum í setanarrøðuni. Sjálvur metir landsstýrismaðurin, at hann helt eina hóvliga røðu á eini fakligari og seriøsari ráðstevnu, men at endurgevingin av røðuni hjá honum bleiv maltrakterað í innganginum í reportaguni í Dimmalætting, sum hann málber seg.
- Av tí sama datt kjakið beinanvegin niður á eitt støði, sum vit ofta síggja í føroyskum debattum. Fleiri munnu hava fingið hasi orðini í rangastrúpan. Reportagan legði mær hasi orðini í munnin, og tað gjørdi, at alt endaði í einum hurlivasa, sum er alt ov vanligt í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm undirstrikar, at tað ikki er hansara uppgáva at geva karakter til tey føroysku bløðini, sum hann málber seg, men sigur seg vera sannførdan um, at orsøkin til, at Gerhard Lognberg hevur tikið so harðliga til orðanna, er, at hann er skeivt endurgivin í frásøgnini í Dimmalætting, sum hann skírir eina fordreyaða reportagu og at orðavalið hjá partamanninum sum nevnt sipar til hesa endurgeving.
Um fráboðanina hjá Jógvani av Lakjuni í bløðunum í gjár, har mentamálaráðharrin sigur seg harmast um luttøkuna hjá almanna- og heilsuráðharranum á eini stevnu um samkynd, sigur Hans Pauli Strøm, at Jógvan á Lakjuni ringdi til sín sunnudagin og boðaði frá hesum. Hans Pauli Strøm leggur dent á, at her er talan als ikki um agg ella at gera hvørjum øðrum fortreð, men um fráboðan um politisk sjónarmið, sum ikki eru tey somu.
Etiskir spurningar degraderaðir
Sjálvur sigur Gerhard Lognberg, at hann hevur hildið seg til fjølmiðlarnar, og at hann ikki hevur annað at halda seg til.
- Eg gangi út frá, at journalistar eru seriøsir, og sjálvandi haldi eg tað vera rætt endurgivið, sum stendur í bløðunum. Men tað verður ringt hjá Hans Paula at burturforklára, at hann setti hasa ráðstevnuna. Hevði hann so sagt teimum, at hatta er synd, sigur Gerhard Lognberg, ið brúkar orðið forferdiligt um at ANSO-ráðstevnan verður hildin í Føroyum.
Gerhard Lognberg sigur, at hann ætlar at gera hvat kann kann fyri at fyribyrgja, at landsins hægstu menn, sum hann málber seg, verða blandaðir inn í slíkt ráðstevnuvirksemi.
- Tað finni eg meg ikki í, sigur Gerhard Lognberg, sum í sama viðbragdi sigur seg harmast um, at sonevndir etiskir spurningar bara verða bólkaðir sum etiskir spurningar, tvs. at teir verða ikki rættiliga viðgjørdir í flokkunum, og hvør tinglimur skal sleppa at svara sambært síni samvitsku.
Spurdur, um hann metir, at tað hevði verið betri, um flokkarnir viðgjørdu etiskar spurningar innafloks, svarar Gerhard Lognberg, at tað hevði verið gott at tosað um etiskar spurningar, men hann undirstrikar, at hann ongantíð fer at ganga upp á kompromis við tey, ið halda seg vera spíssaranar innan javnaðarrørsluna í Føroyum,
sum hann orðar seg.
- Sum nú er, tykist tað, sum teir etisku spurningar einki hava at týða, men hvat er týdningarmiklari enn teir, spyr Gerhard Lognberg.
Spurdur, hvat hann meinar við, tá hann í sínum lesarabrævi í gjár skrivar, at fleiri teirra (tey ið settu álit á Harran) eru farin undir grønu torvu, sigur javnaðarmaðurin, at hann sker ikki øll javnaðarfólk yvir ein kamb, og at ein og hvør kann leggja tað í hasi orðini, sum tey vilja.
- Eg skal ikki døma nakran, sigur tingmaðurin.
Gerhard Lognberg dylir tó ikki, at fleiri missiónfólk vóru við í javnaðarrrørsluni, tá hon tók seg upp í norðurlondum, men at honum ikki hóvar, at Javnaðarflokkurin nú knappliga skal vera so frílyntur.
Synd
Gerhard Lognberg sigur seg heldur ikki skilja, tá ein av fyriskiparunum av ANSO-ráðstevnuni í Degi og viku herfyri grundgav fyri meira rættindum til samkynd, við at siga, at hetta var gott fyri mentanina og vinnulívið.
- Eg áni ikki, hvat mentan er fyri nakað. Mentan er nakað snedugt nakað. Fyrr vistu øll, hvat mentan var fyri nakað, men nú skal man vera løgin, um man skal skilja, hvat mentan er fyri nakað. Og tað eru ikki tey samkyndu, sum eiga æruna av, at fiskur er á grunninum. Tað er bert ein, ið eigur æruna fyri tað, sigur Gerhard Lognberg og sipar til Gud.
- Vit skulu venda okkum til Harran og ikki tey samkyndu.
Gerhard Lognberg sigur, at telefonin hevur gingið heit, síðani lesarabrævið hjá honum varð prentað, og at øll, sum hava ringt, hava róst honum. Hann heldur, at tað man vera ein lítil partur av fólkinum, sum er fegin um, at Hans Pauli Strøm setti ANSO-ráðstevnuna, tí sum javnaðartingamðurin fyri Sandoynna sigur:
- Hatta er synd og aftur synd!