Nú nevndirnar hjá løgtinginum skulu veljast av nýggjum, hevur Gerhard Lognberg gjørt av at fara í part við andstøðuni Gerhard Lognberg í Javnaðarflokkinum, fer í part við andstøðuni, nú tingnevndirnar hjá løgtinginum skulu veljast av nýggjum.
Tað boða partarnir frá beint nú.
Sostatt er greitt, at Gerhard Lognberg fer í valbólk við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, tá ið nevndarvalið verður
Men tað verður í øllum førum ikki fyrrenn tann 16. september,tí tá verður næsti tingfundur og tá er til viðgerar uppskot um at velja nevndirnar av nýgjgum.
Gerhard Lognberg hevur verið limur í vinnunevndini og hann hevur alla tíðina tvíhildið um, at tann sessin vil hann varðveita.
Men av tí, at hann fór úr samgonguni herfyri, var lítið sannlíkt, fyri ikki at siga ómøguligt, at Javnaðarflokkurin hevði valt hann aftur í nevndina og tað er helst orsøkin til,at hann er farin í valbólk við andstøðuni










