FLOKSÓSEMJA
Kjakið um rættindini hjá samkyndum í Føroyum gongur enn heitt, og hevur í seinastuni eisini ment seg til at fevna um talu- og skrivifrælsi, men eisini um rættindini hjá samkyndum til at arbeiða í ávísum vinnum.
Stutt fyri jól skrivaði Mogens Tilsted Christensen, prestur í Hvalvík, í lesarabrævi:
- Det menneske, som ønsker at udøve sin homoseksualitet, må påtage sig andet arbejde end at være lærer eller pædagog. Mennesker er normalt udstyret med evner til at kunne arbejde med mange ting.
Man sætter jo ikke ræven til at vogte høns.
Presturin varð meldaður, men fútin metti ikki, at grundarlag var fyri at reisa ákæru.
Í lesarabrævi skrivar tinglimur Javnaðarfloksins í Sandoynni, Gerhard Lognberg, at hann tekur undir við hvalvíkarpresti.
- Sum er, siti eg í einum skúlastýri. Um ein lærari ella pedagogur skrivaði í umsóknini, at hann var samkyndur, ofta siga fólk eitt sindur um seg sjálvan í eini umsókn. Hevði hann ella hon einki sagt, ja, so visti man ikki hvat og hvussu. Eg hevði sagt nei at sett viðkomandi, um eingin annar søkti, skrivar Gerhard Lognberg m.a.
Relevant at spyrja, um floksdisciplin er undanførsla
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur í sínari starvstíð sum løgmaður hildið røðu á tiltaki hjá Friðarboganum og nevnt samkynd í síni seinastu nýggjársrøðu.
Spurdur, hvat hann sum formaður Javnaðarfloksins heldur um sjónarmiðini hjá sínum partamanni, sigur hann, at vit í føroyskum politikki hava sum siðvenju, at geva teimum einstøku tinglimunum frælsi til at taka persónliga støðu í sonevndum etiskum og moralskum spurningum.
Tá hann síðani verður spurdur, um tað í longini ikki er ov bíligt í longdini at hava sum undanførslu, at føroyskir politikarar skulu hava frælsi í sonevndum etiskum spurningum, og at ein á hendan hátt sleppur undan at taka støðu í flokkunum, sigur løgmaður, at hann metir spurningin vera relevantan, men at hetta verður praktiserað í flest øllum flokkum, og sipar m.a. til sambandsmenninar Kaj Leo Johannesen og Alfred Olsen, og tjóðveldismenninar Høgna Hoydal og Karsten Hansen, sum eins og hann sjálvur og Gerhard Lognberg ikki eru samdir innanfloks um, hvørji lógarfest rættindi samkynd skulu hava í Føroyum.
- Men eg eri eins og øll onnur noyddur til at taka avgerðina hjá Løgtinginum til eftirtektar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Ímóti at avmarka vinnumøguleikarnar
Javnaðarformaðurin sigur hinvegin, at avleiðingarnar av, at Løgtingið ikki vildi útbyggja antidiskriminatiónsparagraffina, so at hon eisini kom at umfevna kynsliga orientering, er, at nú ber til at siga, hvat ein hvat hevur hug til um samkynd, og at tað eisini bleiv ávarað ímóti hesum, áðrenn hvalvíkarprestur byrjaði at mótmæla, at samkynd fáa størv sum lærarar ella námsfrøðingar.
- Hevði tað sama verið sagt um ein asiat ella afrikanara, hevði tað fingið avleiðingar, men tað fær tað ikki í hesum førinum, sigur Jóannes Eidesgaard um útsagnirnar hjá Mogens Tilsted Christensen og Gerhardi Lognberg.
- Persónliga eri eg ímóti at avmarka vinnumøguleikarnar hjá fólki, og sæð út frá einum sosialdemokratiskum sjónarmiði, er hetta púra í andsøgn við tað.
- Vit hava ikki viðgjørt hetta í flokkinum, men eg meti, at floksins støða sum heild liggur nærri at mínum sjónarmiðum enn teimum hjá Gerhardi, sigur Jóannes Eidesgaard
Hvalvíkarprestur varð meldaður fyri síni orð, men um Gerhard Lognberg verður meldaður, skal Løgtingið, har meiriluti feldi uppskotið um antidiskriminatiónsparagraffina, fyrst taka órinið frá honum sum tingmanni. Spurningurin er eisini, um grundarlag er hjá fútanum at reisa ákæru, av tí at sama løgting ikki vildi samtykkja at skoyta diskrimination av kynsligari orientering upp í revsilógina.