– Tað einasta rætta er at gera Eysturoyartunnilin privatan, men Sandoyartunnilin almennan.
Tað staðfestir javnaðartingmaðurin Gerhard Lognberg, sum enn einaferð alment boðar frá, at hann tekur frástøðu frá uppskotinum hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, og at hann fult og heilt stuðlar Kára P. Højgaard og løgmanni.
Hesum boðar Gerhard Lognberg frá í lesarabrævi, sum hann hevur sent miðlunum í dag.
TRÝST HER fyri at síggja lesarabrævið.
Hann sigur, at hann leggur einki í, um fólk spilla seg út ella taka synd í sær.
– Vælsignaði gerið ikki tað. Tit sum vilja tilrokna mær ta sum skomm, so klári eg avbera væl at bera hana púra uttan hjálp, sigur Gerhard Lognberg.
Hann sigur víðari, at um viljin er til Sandoynna, so skal hansara hond altíð vera útrætt.
– Tí skal eingin fora mær í. Sandoy saman við Skúvoy og Hesti er um at blíva manntómar, og tað sær tann politiski myndugleikin. Mítt hjarta bankar fyri Suðurøkinum í Føroyum, og tá meini eg eisini við Suðuroy, sigur Gerhard Lognberg í lesarabrævi í dag.