Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, fegnast almikið um, at flakavirkið í Skopun nú aftur gevur arbeiði til fleiri hendur. Hann er onga løtu í iva um, at fiskavirkið í bygdini - heilt frá degi eitt í 1966, sum hann tekur til - hevur verið lívæðrin í Skopun og stórum parti av Sandoynni.
- Tað er gleðiligt at síggja arbeiðsfólkið fara út á flakavirkið til arbeiðis aftur. Tað er sum at fáa eina innspræning av onkrum "góðum" at síggja fólk stundisliga á morgni fara út eftir bryggjuni og til arbeiðis.
Gerhard er vitandi um, at tað hevur verið eitt sindur aftur og fram við fiskaarbeiði, síðan virkið læt uppaftur, men hann hevur vónir um, at arbeiðið verður meira støðugt, sum tíðin gongur - og so hvørt, sum tað verður lættari at fáa fatur á fiski aftur.
Borgarstjórin sigur, at hann eisini gleðist til tann dag, tá meira útróður aftur verið í Skopun. Lítið hevur verið at fingið av útróðrarfiski seinnu árini, men mangt bendir á, at tað eru batar at hóma.
- Vit hava góðar umstøður til útróðrarmenn og útróðrarbátar her í Skopun. Vit hava 23 egningaskúrar í einari røð fram við bryggjuni, og haraftrat hava vit átta aðrar skúrar nakað ovari. Vit hava eisini góð frystirúm her undir kommunuskrivstovuni, og her eru básar til hvønn skúrin sær.
Gerhard Lognberg sigur, at umstøðurnar í bátahylinum eisini eru góðar. Skopun er brimpláss, men her liggja bátarnir væl, og tað eru ikki allar bygdir, sum eiga portur fyri innsiglingina, sum verjir fyri, at súgurin ikki verður ov nógvur, tá uppgangur er.
- Umhvørvið á bryggjuni og kring bryggjuna í Skopun er hugnaligt, tó at tað ikki er sama virksemi sum áður, tá vit høvdu bæði stórar og smáar útróðrarbátar, og her var nógv egning, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.