Sum løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin er Gerhard Lognberg valdur í Rættarnevndina hjá løgtinginum, umframt at hann er varamaður í Fíggjarnevndini. Og sum tað triðja er hann 2. næstformaður í løgtinginum.
Meðan nevndarsessirnir í Rættarnevndini og Fíggjarnevndini kunnu koma í spæl, um Javnaðarflokkurin fer at krevja teir frá honum og meirilutin í tinginum gongur ynskinum á møti, so er øðrvísi við umboðanini hjá Gerhardi Lognberg í formansskapinum.
Sambært stýriskipanarlógini er formansskapurin í løgtinginum valdur fyri alt valskeiðið. Politisku flokkarnir fáa vanliga umboðan í formansskapin eftir stødd. Men hóast Javnaðarflokkurin er fjórstørsti flokkur á løgtingi, so hevur flokkurin onga umboðan í formansskapinum, nú Gerhard Lognberg er koyrdur úr flokkinum.
Einasta vón hjá flokkinum um at fáa umboðanina aftur er, um Gerhard Lognberg sjálvboðin velur at lata sessin frá sær og harvið geva hann aftur til sín nú fyrrverandi flokk.
Fakta:
Jógvan á Lakjuni er løgtingsformaður. Næstformenn eru Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.
Fakta
Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið uttan so er, at teir sjálvbodnir leggja frá sær ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum skrivliga krevja nýval av formansskapi.
-Stýrisskipanarlógin, grein-9, stk 3