Sandoyartingmaðurin úr Javnaðarflokkinum fer at atkvøða fyri privatu tunnilsloysnini fyri Eysturoyartunnilin, um hann afturfyri fær landið at gera Sandoyartunnilin.
Tí dámar Gerhard Lognberg væl leistin hjá løgmanni, sum ætlar at brúka 150 milliónir krónur úr gamla Landsbankanum til Sandoyartunnilin.
- Ja, hatta er eitt gott uppskot, ið eg taki fult undir við, sigur Gerhard Lognberg.
Javnðartingmaðurin fer tí at lata samgonguni sína atkvøðu fyri privata Eysturoyartunnilin, um leisturin hjá løgmanni fyri Sandoyartunnilin verður veruleiki.
Hinvegin følir Gerhard Lognberg seg als ikki bundnan av tí tunnilsuppskoti, sum hansara egni flokkur hevur lagt fyri løgtingið saman við Tjóðveldi.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi tekur støði í, at landið setir av 260 milliónir krónur á fíggjarlógini næstu níggju árini til almenna partafelagið P/F Føroyatunnlar. Felagið skal fyrst gera Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin, ið skal fíggjast við inntøkum frá Eysturoyartunnlinum.
- Nei, hatta er sami leistur, sum CHE-samgongan royndi á sinni. Tá var eg ímóti, og eg eri framvegis ímóti. Hatta uppskotið gevur ongan Sandoyartunnil, sigur Gerhard Lognberg avgjørdur.
Javnaðartingmaðurin kennir seg á ongan hátt bundnan til at atkvøða fyri uppskotinum, hóast tað er hansara egni floksformaður, ið hevur lagt tað fram.
Semja er ikki í samgonguni um privatu tunnilsloysnina hjá Kára P. Højgaard, og tí kann atkvøðan hjá Gerhardi Lognberg vísa seg at vera avgerandi, tá løgtingið skal atkvøða um uppskotið hjá landsstýrismanninum um Eysturoyartunnil.
Hoyr samrøðu við Gerhard Lognberg við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Kaj Leo Holm Johannesen: 150 milliónir úr Landsbankanum til Sandoyartunnilin
Bárður Nielsen: Ávarar móti kreativum loysnum










