Gerda Danielsen fingið medalju frá drotningini

Gerda Danielsen, sum hevur starvast í BankNordik í 49 ár, fekk á samkomu fyrr í vikuni eina serliga viðurkenning frá danska kongahúsinum, tá hon fekk handað Den Kongelige Belønningsmedalje. Tað upplýsir Bank Nordik í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.


Medaljan varð latin Gerdu Danielsen fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.


Bankin upplýsir, at Gerda Danielsen byrjaði sum 18 ára gomul sum lærlingur í táverandi Føroya Banka tann 2. september í 1968, og hevur hon síðan starvast innan ymisk øki í bankanum í útvið hálva øld, uttan íhald. Øll árini hevur hon við sínum holla kunnleika, eldhuga og dugnasemi verið ein dyggur stuðul hjá starvsfelagunum.


Gerda Danielsen hevði sín seinasta arbeiðsdag fyrr í vikuni.