Gerber: Vit høvdu ikki dómaratekki í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr NSÍ-venjaran taka samanum góða, leikliga avrikið hjá NSÍ

Eingin í NSÍ er nøgdur við tað, sum stóð á maltalvuni aftaná 0-2 tapið ímóti Shakhtyor Soligorsk, men leikliga er danski høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Anders Gerber sera nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Hann heldur, at hansara menn spældu væl, men tað var ymiskt, sum ikki fall NSÍ í lut í Europa League dystinum á Svangaskarði í kvøld.

 

- Vit høvdu ikki dómaratekki, staðfestir Anders Gerber, sum hevur ilt við at síggja tvey greið brotsspørk til hvítarussiska mótstøðuliðið. Kortini er Anders Gerber ikki við ringt mót. Hann sigur, at teir ætla at fara yvir til Hvítarusslands at spæla fyri tí møguleikanum teir hava.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Anders Gerber á Rás2 aftaná loknan dyst.