TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr steypafinalu-upptaktssamrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran, Anders Gerber í sendingini SportBoxin á Rás2.
Stórur spenningur er í NSÍ-leguni um Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen gerast klárir til steypafinaluna. Sjálvir velur Anders Gerber at fokusera uppá fólkið hann hevur tøkt, og so má støða takast til hvørt hesir báðir lyklaspælararnir eru tøkir í morgin ella ikki.
Talan er um fyrstu ferð, at Anders Gerber er venjari hjá einum liði, sum er í einari steypafinalu. Hann letur seg ikki órógva av øllum, sum tey gera burturúr á eystara armi á Skálafjørðinum, men hann er sera fegin um tann uppbakningin hópurin hjá honum fær.
Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.