TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber, sum sá sínar menn tapa 0-2, og samanlagt 1-4 ímóti Dinamo Minsk á Svangaskarði á Toftum í kvøld. Í nærum allan dystin spældi NSÍ 11 ímóti 10 monnum, men tað megnaðu runavíkingar ikki at gagnnýta.
- Tað torførasta í fótbólti er at skora mál, staðfestir Anders Gerber.
Hann heldur, at NSÍ hevði gott tak á Dinamo Minsk, men runavíkingar gjørdu eitt mistak, og tað kostaði eitt mál í hinum endanum. Hann heldur avgjørt, at NSÍ hevði málmøguleikarnar, sum skuldu til fyri at vinna á Dinamo Minsk, og fyri at vinna seg víðari í kappingini.