Gerber: Blivu feldir av einum keðiligum máli

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá NSÍ taka samanum 0-2 tapið ímóti B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber aftaná Anders Gerber hevði sæð sínar menn tapa 0-2 ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í kvøld.

 

Anders Gerber iðrar seg, tí hann heldur, at NSÍ hevði gott tamarhald á dystinum til Símun Rógvi Hansen í NSÍ-málinum gjørdi sjálvmál tíðliga í seinna hálvleiki.

 

- Í fyrra hálvleiki hildu vit B36 frá stórum málmøguleikum, og vit høvdu tann størsta málmøguleikan í dystinum, heldur Anders Gerber. Danski venjarin iðrar seg um, at góða útgangsstøðið bleiv brotið av einum keðiligum máli, sum kom tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Anders Gerber hevur Árna Frederiksberg og Bethuel Hansen uttanfyri við skaða, men hann dugir ikki at siga nær teir verða síggja aftur á vøllinum.