Vøksturin í talinum av løntakarum, ið tók dik á seg í byrjanini av 2014, heldur fram. Í desember 2015 vóru 25.069 løntakarar tilsamans, og er tað ein vøkstur á 47 fólkum í mun til november 2015.
Vøksturin sæst serliga væl, tá hugt verður eftir vøkstrinum yvir einum ári. Tað eru nevniliga 740 løntakarar fleiri í desember 2015 enn desember 2014.
Vøksturin stavar frá vøkstri í øllum vinnubólk, men um hugt verður eftir tølunum, so er ymiskt hvussu stórur vøksturin er í teimum ymiskum vinnubólkunum.
Størsti vøksturin er í byggivinnuni, har 5,4 prosent fleiri starvast enn í desember 2014, meðan vøksturin í privatu tænastuvinnuni og almennu tænastum hevur verið ávikavist 2,9 prosent og 2,7 prosent.
Minsti vøksturin var í bólkinum fiski-, ali-, og øðrum ráevnisvinnum, har vøksturin var 2,1 prosent.