Gerast 54.000 um tretivu ár

Fólkatalið í Føroyum fer at veksa støðugt tey næstu gott tretivu árini, men fer síðani at steðga upp, vísa framrokningar

FRAMROKNINGAR


Síðani kreppuárini miðskeiðis í nítiárunum er fólkatalið í Føroyum støðugt voksið. Og líkt er til, at hesin vøksturin heldur fram. Framrokningar, sum vit eisini umrøddu í blaðnum í gjár, vísa, at vit í Føroyum fara at gerast fleiri og fleiri til 2030.
<ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< st1:PersonName$?$end$!$, búskaparfrøðingur, hevur gjørt nakrar framrokningar Føroyar, sum millum annað vísa, talið av pensjónistum Føroyum fer at veksa meira enn nakar annar samfelagsbólkur. Framrokningarnar eru gjørdar fyri nógv ár fram, men vit leggja í hesum viðfagni dent á árini fram til 2030. <BR>Sum tað eisini sæst á myndum á hesum síðum veksur fólkatali í Føroyum javnt næstu árini. Í løtuni búgva beint omanfyri 48.000 fólk í Føroyum. Í 2009 fer fólkatalið upp um tey 50.000. Vøksturin heldur fram til umleið 2030, tá mett verður, at vøksturin steðgar upp, og fólkatalið verður meira konstant. Tá búgva væntandi nakað omanfyri 54.000 fólk í Føroyum.
 
<B normal"$?$end$!$Fleiri eldri, færri fødd< STRONG>
Søguliga sæð er fólkamynstrið eisini broytt seinnu árini. Sum tað sæst á teimum eyðkendu pyramidunum á hesum síðum, so var í 1967 flest av teimum heilt ungu og minst til av teimum elstu. Hetta er kanska ikki so heilt løgið, men tá hugt verður eitt sindur fram í tíðina, so eru tað ikki smáu børnini, sum fylla mest. Hóast føroyskar kvinnur í mun til onnur evropeisk lond eru raskar at føða sær og monnunum børn, so hevur barnatalið verið minkandi síðani 1967. Talan er í nógvar mátar um eitt heilt annað samfelag í dan í mung til sekstiárini, og gongdin í Føroyum líkist eisini henni í londum, vit vanliga samanbera okkum við.
Sum vit eisini nevndu í blaðnum í gjár, væntast at talið av pensjónistum og eldri fólki støðugt fer at hækka næstu árini.
Sum tað sæst á pyramidunum, eru vit so smátt farin at fylla upp í tann endan av pyramiduni. Men tað verður ikki fyrr enn eftir 2010, at vit veruliga fara at merkja, at hesin aldursbólkurin vekstur væl skjótari enn allir hinir.
Áhugavert er, at yngru aldursbólkarnir, t.e. fólk í skúlaaldri og undir skúlaaldur, heldur seg rættiliga konstant við bert smáum munum. Tað merkir so, at tørvurin á barnagarðsplássum og skúlum ikki verður stórvegis størri í tali, men hetta er sjálvand treytað av, at stovnar og skúlar eru hóskandi og á røttu støðunum.
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Kreppur<>
Við at eygleiða pyramidurnar sæst, hvussu fólkamynstrið í Føroyum broytist. Skapi á pyramiduni í 1967 og henni í dag og 2030 er heilt hvør sítt. Av plásstroti fáa vit ikki prenta allar pyramidurnar, men broytingin sæst kortini rættiliga týðuliga útfrá teimum prentaðu pyramiduni.
 Ì fleiri førum kunnu einstakar hendingar hava ein stóra ávirkan. Ì Føroyum vóru svárar búskaparligar kreppur í fimtiárunum og nítiárunum. <B STRONG normal"$?$end$!$ <>Hetta setir sjálvsagt sín dám á. Eitt nú í pyramidurnar fyri 1967 sæst, at partar av einum ættarliði, sum flutti burtur í fimtiárunum, er lítil í mun til aðrar aldursbólkar. Eisini í dag síggjast fylgjurnar av seinastu kreppuni í nítiárunum. Øll tey, sum fluttu burtur í nítiárunum, eru ikki flutt aftur.
<ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< talið av at men í á st1:PersonName$?$end$!$ metir, var eingin kreppa nítiárunum, so vildi útviklingurin fólkatali kortini verður sami. Skilt hátt, vøksturin tann sami, fólki hevði sjálvandi verið tilsvarandi meira.<BR>Sum vit eisini nevndu í gjár, so er tann elsti aldursbólkurin tann mest støðugi. Tey eldru flyta ikki í nakran stóran mun burtur í onnur lond sum yngri aldursbólkar, ið bæði flyta í kreppuárum og eisini leitað burtur í eitt nú útbúgvingarørindum. 
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG normal"$?$end$!$Líkist hinum<>
Tann upplagdi spurningurin er, um útviklingurin í Føroyum er nakað serstakt?
-Gongdin hjá okkum í Føroyum líkist sera nógv gongdini í hinum londunum í vesturheiminum, sigur <ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< st1:PersonName$?$end$!$.<BR>Hann vísir á, at demografiski útviklingurin er, at farið verður frá eini menningarslandspyradidu móti pyramiduni hjá vanligum ídnaðarlondum. Hetta vil siga, at vit fara frá einum vaksandi fólkatalið móti einum stabilum fólkatalið.
-Vit hava tó enn eitt hægri burðartal í mun til onnur lond. Okkara burðartal liggur um 2,4, sum er væl hægri enn í øðrum londum, har talið liggur niðanfyri 2.
Hetta mekir, at um eingin innflyting var til vesturheimin, vildi fólkatalið farið at minka. Vit harafturímóti, kunnu gott "missa" fólk á hvørjum ári, tí burðartalið er omanfyri tvey, sigur <ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< st1:PersonName$?$end$!$.<BR>