Gerard sigur, at leikarnir eru klárir

Liverpool-venjarin Rafael Benitez og amerikansku ognarmennirnir; Tom Hicks og George Gillet hava verið rættuliga ósamdir um hvussu nógv Liverpool eigur at keypa inn av nýggjum leikarum. Hetta vita Steven Gerrard og hinir leikarnir. Men Steven Gerrard sigur við BBC, at hann og leikarnir hava tveir týdningarmiklar dystir í Champions League at avgreiða, og at leikarnir eru 100% fokuseraðir uppá uppgávuna. Leikarnir lata seg ikki órógva av ósemjuni millum Benitez og amerikonsku ognarmennirnar. Liverpool liggur 6 stig aftanfyri Porto, sum er mótstøðuliðið í kvøld. ?Vit eru undir trýsti til at vinna dystin, tí tað er av stórum týdningi. Tað er ikki ein spurningur um at varðveita venjaran.? sigur málverjin Pepe Reina. Benitez eru sjálvur optimistiskur: ?Vit leiktu væl í okkara síðsta dysti í Champions League, og vit leiktu væl ímóti Newcastle. Og vit kunnu enn avgera okkara lagnu í Champions League.?