Gerard leggur fólki orð í munnin

Í firtni um lógaruppskot um at lækka talið av tinglimum, leggur Gerard Lognberg mær orð í munnin í greinastubba.

Gerard skrivar: “Hann(Bjørn Kalsø) segði við Kringvarpið, at hetta at lækka tingmanningatalið, var ikki fyri at spara pening, tá dottu argumentini hjá manninum á gólvið.??Jú, helt hann fram, tað var betur at minka talið, tí tað vóru ikki so nógvar meiningar tá. Bjørn Kalsø, er tað tín hugsan bara at lukka nakrar munnar á tingi, so er tú ikki ein, sum vil demokrati”

Annahvørt hevur Gerard ikki lurtað nóg væl, ella verða orð løgd mær í munnin við vilja. Tí hesa stuttu rættleiðing:

Tað eg segði við Kringvarpið var, at spardi peningurin við at lækka talið á tinglimum ikki var einasta grundgevingin fyri at leggja uppskotið fram.

Eg nevndi, at vit fóru at fáa eina e¨ffektivari og minni rúgvusmikla politiska skipan, har arbeiðið á Løgtingi fór at verða lyft á eitt hægri støði. Lagt varð afturat, at vónandi fór broytingin at seyra ígjøgnum alla almennu skipanina, soleiðis at vit samanlagt fóru at fáa eina effektivari, bíligari og minni rúgvusmikla umsiting í framtíðini. (Hetta átti at verið søtur tónleikur í oyrunum á Gerardi).

Somuleiðis nevndi eg, at við 25 tinglimum fór ikki at verða gingið fólkaræðinum ov nær, tí pláss fór framvegis at verða fyri øllum meiningum á Løgtingi.

Restina av stubbanum hjá Gerardi havi eg ongar viðmerkingar til, tí har verður farið eftir manninum heldur enn bóltinum.