Tað er nógv dýrari at fara til handils í Føroyum enn í Danmark, tá gerandisvørur skulu keypast, vísir ein príssamanbering hjá Kappingareftirlitinum.
Kappingareftirlitið hevur tikið ein innkeypslista við 35 ymiskum gerandisvørum, sum eru keyptar í donsku handlunum, Fakta og Netto, og er síðani farið til handils í trimum handlum í Havn.
Meðan rokningin í donsku handlunum er 513 krónur í meðal, so er miðalprísurin fyri somu vørur í føroysku handlunum 742 krónur ella 45 prosent meira enn í donsku handlunum.
Terji Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum, vísir tó í ljóðbrotinum niðanfyri á, at endamálið við kanningin ikki er at samanbera danskar og føroyskar prísir:










