Tá danir fara til handils at keypa vanligar gerandisvørur, rinda teir meiri og í summum førum nógv meiri fyri vørurnar, enn fólk í hinum ES-londunum gera. Ja, tá saman um kemur, at Danmark tað dýrasta av ES-londunum, tá talan er um prísirnar á gerandisvørum.
Tað sæst í einum yvirliti, sum hagstovan hjá ES, Eurostat, ger á hvørjum ári. Tølini fyri 2010 vísa, at tá vóru gerandisvørurnar 36 prosent dýrari í Danmark enn meðalprísurinm í teimum 27 ES-londunum.
Ein kanning, sum blaðið 24timer hevur gjørt, staðfestir tølini hjá Eurostat. Í kanningini varð hugt at, hvat 32 gerandisvørur kosta í einum stórhandli í Danmark, og hvat júst somu vørur kosta í einum tilsvarandi stórhandli í Svøríki. Munurin er sera stórur. Í Bilka kostaðu tær 32 vørurnar 964 krónur, og í Gekås kostaðu somu vørur 464 danskar krónur.