Gerandisdagurin var mjørki

–Tað snúði eg um at fáa fatur á næsta fiksinum, og onkuntíð roykti eg frá morgunstundini og helt tað við líka allan dagin, sigur 30 ára gamli Pætur Nattestad Petersen um tíðina, hann var djúpt inni í rúsevnismiljønum í Føroyum

– Gerandisdagurin var mjørki. Alt snúði eg um at fáa næsta fiksið. Onkuntíð roykti eg frá morgunstundini og helt tað við líka allan dagin. Ofta koyrdi eg runt í bili og royndi at skaffa guv, koyrdi eftir pengum frá øðrum og síðani eftir stoffunum og síðani aftur við stoffunum. Eg sat primert nógv í einum bili, sigur hann frá.

– Eg var impulsivur og við upp á alt. Eg tímdi altíð at vera úti, segði ja til alt, og alt bar til. Eg vildi hava stimuli og spenning, og tí søkti eg hendan felagsskapin, greiðir hann frá.

– Og tað var spenningurin og orkan, tað snúði seg um. Meir eg roykti, meir viðurkendur og kul var eg í hasum bólkinum. Ógvusligari eg var í øllum, meir umrøðu fekk eg, sigur hann afturlítandi frá.

Les longri samrøðu við Pætur Nattestad Petersen í Vikuskifti hjá Sosialinum, har hann eisini greiðir nærri frá, hvussu hann við rætta heilivági fyri ADHD eisini misti trongdina til rúsevni og legði lívið um. 

Sosialurin er til sølu í sølubúðum kring alt landið.